Frágreiðing um gjøgnumskygni
Sambært grein 25 í grannskoðaralógini skulu grannskoðarafyritøkur, ið geva grannskoðanarátekning á ársfrásagnir hjá løgfrøðisligum eindum av serligum almennum áhuga, almannakunngera eina serliga frágreiðing um gjøgnumskygni:
1. Løgfrøðislig skipan og ognarviðurskifti
Sp/f Grannskoðaravirkið INPACT er skipað sum eitt smápartafelag. Grannskoðarar, ið eru løggildir eftir grannskoðaralógini ella feløg, ið hesir eiga, eiga allan partapeningin í Sp/f Grannskoðaravirkinum INPACT, við 25% í part.
2. Lýsing av leiðsluskipan
Leiðslan í Sp/f Grannskoðaravirkið INPACT er einstreingjað. Hetta merkir, at felagið bert hevur eina stjórn og onga nevnd. Stjórnin er samansett av:
- Jógvan Amonsson, statsaut. revisor
- Fróði Sivertsen, statsaut. revisor
- Heini Thomsen, statsaut. revisor
- Jógvan Joensen, løggildur grannskoðari
Limirnir í stjórnini eru síðustillaðir og allir taka lut í dagligu leiðsluni í felagnum. Allir starvast í Sp/f Grannskoðaravirkinum INPACT sum grannskoðarar, umframt at virka sum stjórar.
Á ársaðalfundi felagsins atkvøða partaeigararnir og gera soleiðis sína ávirkan á felagið galdandi. Hendan ávirkanin er at velja stjórar og grannskoðara, samtykkja viðtøkur og at góðkenna ársfrásøgnina. Innanhýsis viðurskiftini millum partaeigararnar eru ásett í einum partaeigarasáttmála.
3. Lýsing av netverki og rættarligum og skipanarligum avtalum við netverkið
Sp/f Grannskoðaravirkið INPACT er limur í RevisorGruppenDanmark, ið er eitt netverk fyri statsautoriseraðar grannskoðarafyritøkur í danska ríkinum.
RevisorGruppenDanmark umfatar 25 statsautoriseraðar grannskoðarafyritøkur í Danmark, Grønlandi og í Føroyum. Tilsamans umleið 1.500 fólk starvast í netverkinum, ið løgfrøðiliga er stovnað sum ein keypsfelagsskapur.
Hendan skipan inniber, at teir einstøku limirnir í RevisorGruppenDanmark eru sjálvstøðugar løgfrøðiligar eindir, ið hvørki hefta hvør fyri øðrum ella ábyrgjast fyri arbeiðið hvør hjá øðrum. Á skrivstovuni hjá RGD starvast 11 fólk.
RevisorGruppenDanmark tekur sær av uppgávum, ið praktiskt kunnu loysast í felag. Hesar eru millum annað:
- Innanhýsis góðskueftirlit har felagsskrivstovan árliga ger eftirfylgjandi góðskueftirlit hjá hvørjum einstøkum statsautoriseraða grannskoðara.
- Stendur fyri at útbúgva og eftirútbúgva samstarvsfólkini á øllum stigum í limavirkjunum.
- Mennir og viðlíkaheldur skipanir og amboð til nýtslu í grannskoðan, gjøgnumgongdum og øðrum arbeiði í limavirkjunum.
- Mennir og dagførir standardskipanir til ársfrásagnir og annað.
- Kunningartilfar til nýtslu hjá kundum og samstarvsfólki.
Í RevisorGruppenDanmark er ein nevnd og ein stjórn, ið hava evstu ábyrgdina. Nevndin verður vald á árliga ársaðalfundinum, har hvørt limafelag hevur eina atkvøðu.
Sp/f Grannskoðaravirkið INPACT er limur í samstarvsfelagsskapinum INPACT INTERNATIONAL, har lond í Evropa, Afrika og Suðuramerika kunnu gerast limir. INPACT INTERNATIONAL hevur tætt samstarv við INPACT PASIFIC og INPACT AMERICAS. Sostatt er INPACT-bólkurin heimsumfatandi.
Sp/f Grannskoðaravirkið INPACT er eisini limur í INPACT AUDIT, ið er eitt heimsumfatandi netverk, ið er limur í Forum of Firms.
4. Upplýsingar um grundarlagið undir samsýning hjá partnarunum
Sp/f Grannskoðaravirkið INPACT hevur 4 partnarar, ið allir eru stjórar. Partnararnir hava skyldu til at nýta alla sýna arbeiðsorku í Sp/f Grannskoðaravirkinum INPACT. Undir hesi fyritreyt er samsýningin til partnararnar eins. Samsýningin, svarandi til úrslitið, eftir at allir kostnaðir herundir, løn til onnur starvsfólk er goldin, verður býtt javnt millum partnararnar.
5. Lýsing av innanhýsis góðskustýringsskipanini, herundir tilskilan av politikki fyri óheftni og eftirútbúgving.
Sp/f Grannskoðaravirkið INPACT skal, eins og allar aðrar grannskoðarafyritøkur, lúka ásetingar í lóggávu, siðsemisreglum og altjóða grannskoðanarstandardum.
Leiðslan hevur ábyrgdina av, at tað til eina og hvørja tíð finnast dagførdar góðskustýringsskipanir, og at hesar skipanir altíð verða fylgdar, tá arbeiðsuppgávur verða loystar.
Tann einstaki partnarin hevur ábyrgdina av at nýta góðskustýringsskipanina, og at øll samstarvsfólkini á grannskoðarafyritøkuni hava ábyrgdina av at kunna um staðfestar feilir og veikleikar í góðskustýringsskipanini, um tey verða varug við slíkar.
Øll góðskustýringsskipanin verður gjøgnumgingin og eftirmett einaferð árliga í samstarvi við RevisorGruppenDanmark.
Góðskustýring fer fram í allari prosessini
Við leiðbeiningum og eftirliti heilt frá planlegging til niðurstøðu eftirhyggja partnararnir og tey royndu samstarvsfólkini, at uppgávan verður loyst samsvarandi teimum fastløgdu krøvum og standardum.
Hvørt ár verður eitt tal av uppgávum gjøgnumgingin fyri at tryggja, at góðskuskipanin verður fylgd, og at tann givna váttanin er røtt.
Triðja hvørt ár gjøgnumgongur almenna grannskoðaraeftirlitið gjørda arbeiðið á sama hátt.
Allar uppgávur fyri kundar við serligum almennum áhuga og uppgávur við serligum váða, eru tað tveir partnarar, ið undirskriva váttanina í felag.
Sp/f Grannskoðaravirkið INPACT krevur, at tað skal kunna skjalprógvast, at lógir, etiskar reglur og innanhýsis ásetingar um óheftni altíð verða fylgdar. Hendan skjalprógvingin verður gjøgnumgingin sum ein liður í eftirfylgjandi góðskueftirliti. Umframt skjalprógv um óheftni viðvíkjandi einstøku uppgávuni, vátta øll samstarvsfólk einaferð árliga, at tey hava kunnleika til og yvirhalda reglurnar um óheftni.
Vit hava eyguni eftir, at ásetingarnar um at ábyrgdarhavandi partnarar skulu skiftast út 7. hvørt ár, tá talan er um alment áhugaverdar fyritøkur, altíð verða hildnar.
Harumframt verður tað tryggjað við atgongd til dátugrunn í RevisorGruppenDanmark, at reglurnar um óheftni verða hildnar, eisini tá onkur annar limur í netverkinum stendur viðkomandi kunda ov nær.
Øll samstarvsfólk í Sp/f Grannskoðaravirkið INPACT luttaka regluliga í undirvísing og eftirútbúgving. Fyri statsautoriseraðar og løggildar grannskoðarar verður tað tryggjað, at hesar altíð yvirhalda krøv lógarinnar til eftirútbúgving. Hetta krav er 120 tímar yvir 3 ár. Hóast allir skrásettir grannskoðarar, ið starvast hjá Sp/f Grannskoðaravirkinum INPACT, hava lagt skrásetingina í varðveitslu hjá Skráseting Føroya, skulu hesir eisini lúka krøvini um eftirútbúgving.
6. Nær seinasta góðskueftirlit varð á virkinum
Hóast almenna góðskueftilitið ikki er byrjað enn, hevur Sp/f Grannskoðaravirkið INPACT havt sjálvboðið góðskueftirlit 5 ferðir síðani 1995, seinast var í august 2006.
7. Váttan frá ábyrgdarhavandi leiðslu í grannskoðaravirkinum um, at góðskueftirlitið virkar á fullgóðan hátt, og at óheftnispolitikkurin verður hildin
Stjórnin er av teirri fatan, at góðskustýringsskipanin í Sp/f Grannskoðaravirkið INPACT virkar effektivt, og at ásetingarnar um óheftni verða hildnar.
Mannagongdir og innaneftirlit minkað um váðan fyri, at feilir uppstanda, men kunnu ikki útiloka henda váða. Góðskueftirlitið hevur ikki staðfest týðandi veikleikar hesum viðvíkjandi.
8. Roknskaparupplýsingar, herí býtið av heildarumsetninginum á samsýning fyri roknskapargrannskoðan, samsýning fyri aðrar váttanaruppgávur við trygd, skattaráðgeving og aðrar veitingar.
| Grannskoðan av ársfrásagnum | 72% |
| Aðrar váttanaruppgávur við vissu | 16% |
| Skattaráðgeving | 9% |
| Annað | 3% |
| Tilsamans | 100% |
9. Yvirlit yvir fyritøkur við almennum áhuga, har grannskoðaravirkið í undanfarna roknskaparári hevur veitt váttanar við vissu.
Sp/f Grannskoðaravirkið INPACT hevur í undanfarna roknskaparárið loyst uppgávur fyri fylgjandi kundar, ið sambært grannskoðaralógini eru nágreinaðir sum løgfrøðisligar eindir, ið hava almennan áhuga:
Fyritøkur, skrásettar í keypsskála
- Atlantic Petroleum P/F
- Bakkafrost P/F
Almenn Partafeløg
- P/F Vágatunnilin
- P/F Norðoyatunnilin
- P/F Vága Floghavn
Kommunur ella kommunalir felagsskapir (sbr. §51 í kommunustýrislógini)
- Runavíkar Kommuna
- Fuglafjarðar Kommuna
- Vága Kommuna
- Viðareiðis Kommuna
- Eiðis Kommuna
- Skálavíkar Kommuna
- Fámjins Kommuna
- Sumbiar Kommuna
- IRF
Virkir undir eftirliti av Fíggjareftirlitinum ella Tryggingareftirlitinum
- P/F Føroya Lívstrygging
- P/F Tryggingarfelagið Lív
- Húsalánsgrunnurin