Vitanargrundað fyritøka

Grannskoðaravirkið INPACT er ein tænastufyritøka, ið livir av at veita vitanargrundaðar tænastur til vinnulívið og almenna geiran.

Tað er eitt krav, at vit liva upp til hugtakið "góður grannskoðarasiður". Tað hevur millum annað við sær, at allir arbeiðshættir innan grannskoðan og ráðgeving eru lýstir, og at starvsfólkið fylgir teimum í dagliga arbeiðinum.

Góðskueftirlit

Innanhýsis stakroyndir tryggja, at hvør einstakur medarbeiðari brúkar góðkendar arbeiðshondbøkur. Grundað á hetta innaneftirlit verða innanhýsis fundir hildnir, har samskift verður um royndir og um at nýta arbeiðshondbøkur.

Tað er eitt krav, at tað verður skrivliga skjalfest, at góðkendar arbeiðshondbøkur verða nýttar.

Uttanhýsis góðskueftirlit

Øll løggild grannskoðaravirkir skulu ígjøgnum kravda almenna góðskueftirliti, sum Skráseting Føroya skipar fyri. Av tí, at grannskoðaravirkið INPACT grannskoðar fyritøkur, ið eru skrásettar á keypsskála, verður góðskuleftirlit framt hjá okkum minst triða hvørt ár.

Um hetta góðskueftirlit vísir týðandi feilir ella manglar, kann tað føra við sær, at tann grannskoðari, ið hevur undirskrivað váttanina kann fáa bót ella í ringasta føri missa góðkenningina.

Faklig skeið

Í RevisorGruppen Danmark verða alla tíðina hildin innanhýsis skeið fyri statsautoriseraðum grannskoðarum og medarbeiðarum. Skeiðini skulu tryggja, at grannskoðararnir til eina hvørja tíð eru dagførdir við nýggjastu fakligu vitanini.