Netverk

Sjálvstøðug, men ikki einsamøll. 

Krøvini til grannskoðarar herðast, eins og broytingar verða gjørdar í roknskapar- og grannskoðarastandardum alla tíðini. ´

Grannskoðaravirkið INPACT hevur sett sær fyri, at vit alsamt skulu verða dagførd við teirri nýggju vitanini. Hetta setur stór krøv til okkum. Vit hava tí valt at gerðast partur av grannskoðaranetverkið, við tí endamáli at tryggja, at vit altíð eru dagførd við teirri nýggjastu vitanini innan grannskoðarayrki.

RevisorGruppen Danmark

Tann 1. juli 2009 gjørdust vit tí limir í RevisorGruppenDanmark, stytt RGD.

RGD er eitt netverk av sjálvstøðugum statsautoriseraðum grannskoðaravirkjum í Danmark, Grønlandi og Føroyum.

RGD hevur til endamáls at menna og viðlíkahalda eina felags góðskuskipan og virka sum vitanarmiðdepil fyri limafeløgini.

Góðskuskipanin er grundað á altjóða grannskoðanarstandardirnar International Standards on Auditing, stytt ISA. Við árligum góðskueftirliti verður tryggjað, at vit til einahvørja tíð arbeiða á tí stiði, ið hesir grannskoðanarstandardir seta.

RGD skrivstovan mennir og viðlíkaheldur eisini servitan innan m.a. skatt, kunningartøkni umframt ráðgeving innan onnur evni, viðkomandi fyri virkisleiðslu, ið er tøk hjá limafeløgunum at nýta  til frama fyri kundarnar.

RevisorGruppen Danmark
Ballevej 2B
8600 Silkeborg

Tlf.: 8680 2175
Fax: 8680 5513

revisorgruppen@remove-merevisorgruppen.dk

INPACT International

Sp/f Grannskoðaravirkið INPACT er eisini limur í samstarvsfelagskapinum INPACT International, har lond í Evropa, Afrika og Suðuramerika eru limir. INPACT International hevur tætt samstarv við INPACT Pacific og INPACT Americas. INPACT samstarvið er sostatt heimsumfatandi.

Sp/f Grannskoðaravirkið INPACT er eisini limur í INPACT Audit, ið er eitt heimsumfatandi netverk, ið er limur í Forum of Firms.