Aldursforseti millum føroysk grannskoðaravirki
Grannskoðaravirki INPACT er elsta føroyska grannskoðaravirki.

Grannskoðaravirkið INPACT varð stovnað í 1964 undir heitinum Grannskoðaravirkið Jógvan Sundstein. Í 1986 tók Jógvan Amonsson prógv sum statsautoriseraður grannskoðari og var tilnevndur stjóri saman við Jógvani Sundstein. Teir róku virkið fram til 1. juni 2000, tá Jógvan Sundstein fór frá við eftirløn.
Síðani 1992 og til í dag hevur virkið verið rikið undir heitinum Grannskoðaravirkið INPACT.
Endurnýggjan

Í oktober 2009 var leiðslan og endurnýggjað og eigaraskarin víðkaður. Fróði Sivertsen statsaut. revisor, Heini Thomsen statsaut. revisor og Jógvan Joensen løggildur grannskoðari komu inn sum stjórar saman við Jógvani Amonssyni, samstundis sum teir gjørdust partaeigarar.
Grannskoðaravirkið INPACT verður nú rikið av fýra síðusettum stjórum og partnarum harav tríggir eru statsautoriseraðir revisorar og ein løggildur grannskoðari.